Vegna ólag í bíleggingarskipanini, ber tað tíverri ikki til at gera broytingar ella at strika returferð, um fyrsta fráferðin longu er byrjað ella avgreidd.
Hevur tú bílagt returferð, er freistin tí at gera broytingar 2 tímar undan fyrstu fráferð.
Vit vilja tí mæla øllum okkara brúkarum til heldur at bíleggja einvegis ferðaseðlar, meðan hendan funkan er óvirkin, og eisini vilja vit vísa á møguleikan at keypa sær bíðistøðuferðaseðil, um óvissa er um at náa ávísan túr.
Vit arbeiða støðugt við at menna bíleggingarskipanina, og arbeiða eisini við at fáa hetta í rættlag aftur.