Kunning viðvíkjandi farmi/vandamiklum farmi við Galaxy

05.08.2025

Frá leygardegi 23. august 2025 fer M/V Galaxy at røkja leið 7 millum Suðuroy og Tórshavn í umleið 8-10 vikur.

Farmaflutningur

Í hesum sambandi skal Strandferðslan gera vart við avmarkingar í farmaflutninginum til og úr Suðuroynni. Vinaliga kunni tykkum nærri um hetta á Galaxy - Upplýsingar.


Gevi gætur at tað kunnu vera sleip, farmaeindir, størri akfør og flutningstól, ið ikki kunnu flytast við Galaxy orsaka av avmarkingum í mun til hædd, stødd ella ella møguliga vekt v.m.

Flutningur av gassi og vandamiklum farmi

GALAXY kann ikki lasta gass og annan vandamiklan farm úti á dekkinum eins og á Smyrli. Vinaliga kunni tykkum nærri um hetta á Galaxy - Vandamikil farmur.

Heitt verður á allar viðkomandi kundar, ið hava tørv á flutningi av gassi og vandamiklum farmi, ið ikki kann flytast við Galaxy, um at fáa hesar vørur fluttar til Suðuroynna innan 23. august.     

Um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi, vinaliga seti tykkum í samband við farmastøðirnar á Krambatanga ella í Tórshavn.