KUNNING VIÐVÍKJANDI M/F SMYRIL

24.09.2022

Royndarsiglingin úr Munkebo norður til Skagen er nú endað. Smyril er nú komin út í Skagerrak og hevur sett kós móti Føroyum.

Tað hevur gingið so mikið væl við dokkingini av Smyrli, at stórsti parturin av arbeiðinum er liðugt, eina heila viku fyrr enn ætlað. Starvsfólkið umborð hevur lagt nógv fyri og arbeitt miðvíst við dokkingarætlanini, so at tað nú ber til at sigla heim aftur til Føroyar.

Somuleiðis hevur manningin umborð á Herjólfi III og farmastøðirnar á Krambatanga og í Tórshavn gjørt sítt stóra íkast til, at siglingin á leið 7 hevur gingið so væl meðan Smyril hevur verið í dokk.

Smyril verður vantandi á Krambatanga um middagsleitið, mánadagin 26. septembur. Tó skal fyrivarni takast fyri seinkingum, orsaka av ivasomum veðurlíkindum rundan um Føroyar komandi dagarnar.

Møgulig broytt ferðaætlan mánadagin 26. september

Um eingin broyting kemur á heimtúrinum hjá Smyrli, siglir Herjólfur III sín seinasta túr á hesum sinni á leið 7, við fráferð av Havnini kl. 10:00.

Túrurin av Krambatanga kl. 14:00 verður tá ikki sigldur, og byrjar Smyril at sigla aftur við fráferð av Krambatanga  kl. 18:45.


Strandferðslan kunnar nærri um hetta sunnudagin.