Kunning viðvíkjandi sigling á Suðuroyarleiðini – Smyril og Herjólfur III

28.07.2022

Í sambandi við at Smyril skal í dokk í august og september 2022, siglir Smyril seinasta túr á leið 7, fríggjadagin 19. august kl. 18:30 av Havnini og suður á Krambatanga.

Smyril verður síðani tikin úr sigling og leggur leiðina til Fayard – skipasmiðjuna í Munkebo á Fjóni. Túrurin til Danmarkar tekur umleið 45 tímar hvønn vegin. Herjólfur III byrjar væntandi á leið 7 fríggjakvøldið 19. august og røkir leiðina til Smyril kemur aftur í sigling – væntandi mánadagin 3. oktober 2022.

Arbeitt verður í løtuni við at gera Herjólf kláran á byrja farma- og ferðafólkasigling til Suðuroynna. Væntandi fer skipið undir royndarsigling fyrst í komandi viku. Gongur alt sum ætlað, fer Herjólf undir farmasigling beint eftir hetta. Farmaleiðin til Suðuroyar fer at verða nevnd leið 6.

Fríggjadagin 5. august verður ferðaæltanin fyri Herjólf III løgd alment út. Talan er bæði um ferðaætlanina sum farmaskip á leið 6 og ferðaætlanina meðan Herjólf røkir siglingina fyri Smyril á leið 7.

Plássbíleggingarskipan verður tøk hjá ferðafólki og akførum frá mikudegi 10. august, tá ið nærri kunning og vegleiðing til skipanina eisini verður tøk.

Herjólfur III kann við verandi loyvum taka upp til 481 ferðafólk og umleið 65 bilar. Meðan Herjólfur III røkir siglingina fyri Smyril, verða munandi avmarkingar í farmaflutninginum á Suðuroyarleiðini. Strandferðslan er í fer við at kunna sínar farmakundar nærri um, hvussu farmaflutningurin verður skipaður, meðan Smyril er í dokk.