Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum á vitjan hjá Strandfaraskipum Landsins

23.01.2023

Dennis Holm, landsstýrismaður, var mikudagin 18. januar á vitjan á høvuðsskrivstovuni hjá Strandfaraskipum Landsins á Tvøroyri.

Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, tók ímóti, og kunnaði saman við leiðslutoyminum um virksemi, ætlanir, avbjóðingar og møguleikar hjá SSL bæði í dag og í framtíðini.

Eisini varð umrøtt, hvussu farið verður undir at seta í verk málið í samgonguskjalinum um at endurnýggja strandferðsluflotan sum skjótast.

Í sambandi við vitjanina var landsstýrismaðurin eisini á rundsýning umborð á Smyrli, har Niels Harald Michelsen, skipari, tók ímóti á brúnni á Smyrli og greiddi frá um skipið.