Leið 100 Vestmanna – Tórshavn fer nú at koyra inn í busslumman í Leynum
23.06.2026

Frá 1. juli 2026 fer leið 100 at koyra inn í busslumman í Leynum. Royndarkoyringar hava staðfest at broytingin ikki ávirkar galdandi ferðaætlan.
Busslummin verður tikin í nýtslu fyri at geva ferðafólki tryggari umstøður, tá tey fara úr og í bussin. Higartil hevur bussurin steðgað við landsvegin, men framyvir fer hann at steðga í busslummanum.
Strandferðslan fegnast um, at busslummin nú verður tikin í nýtslu, og at ferðafólk í økinum fáa tryggari umstøður at nýta bussin.
Broytingin kemur í gildi 1. juli 2026.