Frá 10. juni til 5. august 2025
Orsaka av arbeiðinum við bryggjuna í Syðradali, verður flutningur av akførum til og úr Kalsoynni tarnaður í hesum tíðarskeiði.
Til ber ikki at bíleggja pláss til akfør umvegis bíleggingarskipanina í nevnda tíðarskeiði.
Ferðast lætt og einfalt við leið 506
Vit viðmæla ferðafólki til at nýta bygdaleiðir á Kalsoynni.
Leið 506 koyrir til og frá øllum komum og fráferðum hjá ferjuni.