M/B Spógvin sýndur á Gomlurætt mikudagin 24. mars

18.03.2021

Í sambandi við sølu av Spógvanum, kunnu áhugað koma at sýna skipið á Gomlurætt, mikudagin 24. mars kl. 17:00.

Neyðugt er tó við tilmelding, við at senda teldupost til heno@ssl.fo, ella seta seg í samband við Hera Norðberg, Trygdarsamskipara, á tlf. 293043.


Sølutilgongd
Skipið verður selt fyri hægsta boð yvir kr. 250.000.

Øll boð skulu vera skrivlig, og kunnu sendast við posti til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøtu 5
FO-800 Tvøroyri

Ella umvegis teldupost á fyrisiting@ssl.fo.

Øll boð skulu vera inni í seinasta lagi fríggjadagin 26. mars 2021 kl.12:00.

Les meira her.