Switch to english
Tíðindi

Mykinesleiðin letur upp fyri bíleggingum mánadagin 2. februar.

23.01.2026

Jósup 6

Summarferðaætlanin 2026 fyri leið 36 er tøk, og er hon tann sama sum í 2025. 

Eins og í fjør, verður talan um tríggjar dagligar returferðir millum Sørvág og Mykines.

Mánadagin 2. februar 2026 letur bíleggingarskipanin eisini upp fyri at bíleggja á leið 36, frá 1. apríl til og við 31. august 2026.

Freistin at gera broytingar og avlýsa ferðaseðil er framvegis 24 tímar undan fráferð, fyri at fáa endurgjald.