Boðað verður frá nógvum vindi nú vit eru komin í jólavikuna. Vána veðurforsøgnir kunnu merkja óstøðuga ferðslu á sjógvi og landi, og Strandfaraskip Landsins heita tí okkara ferðandi at kunna seg um ferðsluna teir dagar veðrið er illfýsið.
Broytingar í ferðsluni verða lagdar út á heimasíðuna í gula teigin "Broytingar" og tey, ið eru timeldaði okkara sms-tænastu fáa boð umvegis sms. Eisini ber til at ringja til rutuupplýsing á tlf.: +298 34 30 30 - svarar alt døgnið.
Meldið tykkum til okkara sms-tænastu við at fylgja vegleiðingini her: http://www.ssl.fo/fo/um-ssl/samband/sms-taenastan-1980/