Nú verður skjótt klárt at bíleggja summarferðir til Mykinesar
23.01.2026

Mánadagin 2. februar 2026 letur bíleggingarskipanin upp fyri at bíleggja á Mykinesleiðini (leið 36) frá 1. apríl til og við 31. august 2026.
Summarferðaætlanin fyri 2026 á leið 36 er tøk, og er hon tann sama sum í 2025.
Eins og í fjør, verður talan um tríggjar dagligar returferðir millum Sørvág og Mykines.
Freistin at gera broytingar og avlýsa ferðaseðil er framvegis 24 tímar undan fráferð, fyri at fáa endurgjald.
Sí ferðaætlanina fyri leið 36 her: