Nýggj bussleið byrjar 1. december

30.11.2020

Týsdagin 1. december 2020  byrjar nýggj bussleið at koyra ml. Oyrarbakka og Kollfjarðardal. Nýggja leiðin, leið 450, fer at hava buss samband á Oyrarbakka við leið 400 úr Klaksvík, leið 200 av Eiði og leið 202 av til Tjørnuvíkar. Eisini verður samband í Kollfjarðardali við leið 100 til Vestmanna.