Nýggj ferðaætlan hjá Teistanum og Sildberanum
21.10.2016

Frá 1. novembur verða nýggjar ferðaætlanir til Hest, Sands og Skúvoyar. Tær síggjast her:
Eitt rúgvusmikið arbeiðið liggur handan nýggju ferðaætlaninar. Eitt nú var hoyringsskriv sent út alment, og Strandferðslan hevur roynt at eftirlíka flestu innkomnu ynskjum.
Leiðin til Skúvoyar, og bussleiðirnar 101, 600 og 601 eru eisini tillagaðar, soleiðis at dagligt samband er allan vegin úr Skúvoy til Havnar og aftur nakrar ferðir um dagin. Ferðaætlanir hjá Bygdaleiðum verða kunngjørdar í komandi viku.
Við nýggju ferðaætlanin hjá Teistanum hava Hestfólk fingið sína egnu atskyldu leið, nú ikki longur nevnd leið 60 men leið 61. Harumframt hava sandoyingar eisini fingið sína egnu atskyldu leið, ið tó framvegis hevur 122 túrar um vikuna sum frammanundan.
Teistin siglir við hesi ferðaætlan 17 tímar dagliga, ið er mest loyvda sigling, um Strandferðslan skal halda seg innanfyri lógarinnar kamar.