Nýggjur túrur hósdagar við Smyrli
08.04.2016

Nú kemur 36. túrur inn í siglingina hjá Smyrli. Hesin túrur verður settur inn hósdagar. Nýggja ferðaætlanin kemur í gildi frá 21. apríl 2016.
Strandferðslan hevur valt at lata fráferðir hósdag líkjast fráferðum mánadag og mikudag, so eitt ávíst ferðamynstur er. Tó er seinasti túrurin av Krambatanga hósdag oyramerktur til vinnuflutning úr Suðuroynni, og verður hann sigldur sum í dag kl 17:30.
Á henda hátt eru minst tríggir dagar í vikuni, har bæði norðoyingar og suðuroyingar kunnu ferðast oyggjarnar millum at gera ørindi uttan at skula ferðast frá morgni til myrkurs.
Nýggja ferðaætlanin sæst her
Bygdaleiðir í Suðuroy verða eisini broyttar í sambandi við broytingarnar hjá Smyrli. Ferðaætlaninar hjá leið 700 sæst her og á leið 701 er her