Óbrúkt gomul 10 túrakort
24.02.2016
Tey, ið liggja inni við óbrúktum gomlum 10 túrakortum, kunnu venda sær til Farstøðina í Tórshavn ella høvuðsskrivstovuna á Tvøroyri við kortunum. Virði av óbrúktum klippum verður flutt á eitt virðiskort, sum kann nýtast á øllum Bygda- og Oyggjaleiðum.
Klippikortini verða endurgoldin 5 ár eftir søludagin ella í seinasta lagi 31. desembur 2019. Eftir hendan dag fellur virðið burtur.
Gamla kortið skal latast Strandferðsluni.