Switch to english
Tíðindi

Ókeypis sigling við Strandfaraskipum Landsins

26.05.2016

ritan.jpg

Í vikuskiftinum verður ókeypis sigling við øllum okkara strandfaraskipum. Ókeypis siglingin tekur við fríggjadagin tann 27. mai og heldur fram til sunnudagin tann 29. mai. Hetta merkir, at tað verður ókeypis hjá ferðafólki at sigla við okkara skipum á teim ymsu farleiðunum, undantikið á Mykinesarleiðini.

Á okkara longstu farleið, ið er millum Suðuroy - Tórshavn og aftur, verður ymiskt gjørt burtur úr; m.a. er serstøk matskrá umborð á Smyrli hesar dagarnar og neyðugt er at bíleggja borð fríggjadagin og leygardagin til víkinga búff og føroyskt brellbita borð. Bíleggingin fer fram við at venda sær til tænastuleiðaran á tlf. 293046 ella senda ein teldupost til smyril.catering@ssl.fo. Skrá og matskrá kann síggjast her

Ókeypis siglingin er galdandi fyri ferðafólk og persónsbilar.

Manningarnar umborð á okkara skipum gleða seg at taka ímóti tykkum.