Switch to english
Tíðindi

Ovastevnan 2016

04.08.2016

ternan2016.jpg

Ferðaætlanin hjá Ternuni fyri Ovastevnuna 2016 er klár og kann síggjast her.

Kostnaður fyri vaksin er 100 kr og fyri børn og pensjónistar 50 kr. Ferðaseðilin er galdandi fyri ferð aftur og fram og skal vísast manning ella vaktarfólkið áðrenn farið verður umborð í Havnini ella í Nólsoy.

Farmur, húsvognar og onnur stór akfør skulu flytast til Nólsoyar í seinasta lagi hósdagin 11. august.

Heitt verður á ferðafólk, ið ætla sær til Nólsoyar á Ovastevnu at gjalda við reiðum peningi, tí ikki verður møguligt at gjalda við korti.

Atgongumerki til Ovastevnuna kunnu keypast í forsølu á farstøðini í Havnini fríggjadagin 12. august frá kl. 10:00 til kl. 14:00.