Switch to english
Tíðindi

Óvist nær Ternan kemur aftur í sigling

30.09.2016

DSCN3447.JPG

Enn er óvist nær Ternan fer at røkja Nólsloyarleiðina aftur.

Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi at fáa gearini á Ternuni í forsvarligan stand aftur. Hetta eru gomul gear sum fóru úr framleiðslu longu í 1984. Saman við høvuðsveitaranum Rolls Royce er arbeiðið í gongd við ávikavist at framleiða eykalutir, og har til ber, at bíleggja tað sum finst á goymslu. Veitingartíðin til ymisku lutirnar er frá 1 til 4 vikur.

SSL vónar at Ternan kann fara í regluliga sigling aftur í viku 42 ella 43.

Jósup røkir siglingina inntil Ternan kemur aftur í sigling. Jósup kann føra 70 ferðafólk.

Nærri fæst at vita hjá Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara ella Hilmar Eliasen, stjóra.