PRINCE verður avloysaraskip fyri Smyril

19.07.2019

Í gjár 18. juni varð endaligur leigusáttmáli undirskrivaður um farma- og ferðafólkaskipið PRINCE.
PRINCE kemur at røkja suðuroyarleiðina, tá Smyril fer í dokk 20. september.
Hilmar Eliasen stjóri fegnast um, at SSL við hesi avtaluni fær eitt avloysaraskip, sum hevur umleið sama kapacitet sum Smyril.
PRINCE hevur síðuskrúvur bæði aftan og framman, og skuldi tískil verið gott at manøvrera við. PRINCE hevur eitt skifti verið hotelskip í Norðsjónum, og fekk í hesum sambandi eina dagføring av hotellinum.