Switch to english
Tíðindi

Prísbroyting fyri leigutúrar

06.07.2017

ritan.jpg

1. august tekur prísbroyting við fyri leigutúrar við ferjunum Rituni, Sildberanum og Teistanum. Hesar prísbroytingar, eins og prísbroytingin við Sam fyrr í ár, standast av, at okkara skipafloti er fult upptikin og eykamanning við fullari yvirtíð má setast umborð at sigla hesar túrar.

Skal eitt av okkara skipum t.d. leigast til serflutning við vandamiklum góðsi má hesin flutningur verða um náttina, tí stundir eru ikki at sigla hetta um dagin.

Leigutúrur við Rituni

Kostnaður um tíman fyri sigling: 5000 kr.

Kostnaður um tíman fyri bíðitíð: 1800 kr.

Leigutúrur við Sildberanum

Kostnaður um tíman fyri sigling: 2000 kr.

Kostnaður um tíman fyri bíðitíð: 1200 kr.

Leigutúrur við Teistanum

Kostnaður um tíman fyri sigling: 10.000 kr.

Kostnaður um tíman fyri bíðitíð: 3800 kr.

Sí prísir og kunning um leigutúrar her.