Prísbroyting fyri leigutúrar við Sam
06.02.2017

Frá 1. marts 2017 kostar tað 7500 kr. um tíman í sigling at leiga Sam. Prísurin fyri bíðitíð verður óbroyttur. Tá skip verða leigaði er minsta gjald fyri tveir tímar.
Ynskja tit at leiga eitt av okkara skipum, eru tit vælkomin at beina fyrispurningin til samferðsludeildina á Strandfaraskipum Landsins fyri nærri kunning um leigutúrar.