Rætting til skrivið um avbjóðingar á Sandoyarleiðini
22.07.2016

í skrivinum frá 19.07 søgdu vit, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði sett forboð fyri at taka vatn í Skopun, hetta er ikki rætt.
Strandferðslan avgjørdi at steðga at taka vatn í Skopun, eftir at kanningarúrslit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hin 17.06.16 vísti at vatnið umborð var dálkað við E-coli bakterium. Tangarnir máttu tí reinsast, og hetta hevði við sær, at Teistin mátti avlýsa ein túr umframt eykakostnað fyri reinsing.