Switch to english
Tíðindi

Roknast kann við vindi og hálku í kvøld

24.02.2017

Bussar og Skansin1.JPG

Veðurforsøgnirnar boða frá kava ella vátaslættingi og vindi seinnpartin í dag, ið økist sum líður móti kvøldi. Hetta kann merkja broytingar ella avlýsingar á teim ymsu leiðunum hjá Bygdaleiðum og Oyggjaleiðum. Longu nú eru broytingar á Sandoyar-, Hest-, og Nólsoyrleiðini og væntandi kunnu fleiri broytingar og avlýsingar leggjast afturat.

Tí heita vit á okkara ferðafólk at kunna seg um ferðslubroytingar á okkara heimasíðu ella umvegis rutuupplýsing. Ferðafólk, ið eru tilmeldaði okkara sms-tænastu fáa eisini boð umvegis hana. Meldið tykkum til okkara sms-tænastu her: http://www.ssl.fo/fo/um-ssl/samband/sms-taenastan-1980/