Sam 50 ár tann 17. desember
18.12.2025
Í sambandi við, at tað mikudagin 17. desember vóru 50 ár síðani, at ferjan bleiv handað táverandi eigaranum, Alfred Olsen, var hátíðarløta umborð á Sam í gjár.
M/F Sam er smíðaður á Blaalid Slip & Mek. Verksted í Raudeberg í Noregi og bleiv í september 1975 skrásettur í føroysku skipaskránni sum Sam II. Seinni kom skipið at eita “Sam” og fekk heimstað í Vestmanna, tá ið endaliga tjóðskaparbrævið varð útflýggjað tann 26. januar 1976.
Strandferðslan yvirtók nakað seinni ferjuna, ið øll árini fram til 2002 sigldi millum Vestmanna og Oyragjógv. Sam vísti seg eisini skjótt at hava stórar dygdir sum flutningsskip og hevur síðani javnan verið nýttur runt alt Føroyar í sambandi við ymiskt virksemi.
Tann 10. desember 2002 lat Vágatunnilin upp sum tann fyrsti undirsjóvartunnilin í Føroyum, og sigldi Sam tá sín seinasta túr um Vestmannasund.
19. apríl 2005 bleiv Sam settur í sigling á leið 56 millum Klaksvík, Syðradal og Leirvík, har hann avloysti 76 ára gamla træbátin M/B Barsskor. Tá ið Norðoyatunnilin lat upp í apríl 2006, bleiv leiðin broytt til Klaksvík – Syðradal og hevur Sam røkt leiðina síðani.
Á samkomuni í dag bjóðaði Óli við Ravnagil, ið saman við Mariusi Sørensen eru skiparar umborð á Sam, vælkomin og greiddi frá, hvussu stóran týdning skipið hevur havt fyri sambandi út í Kalsoynna og fyri føroyska samferðslu sum heild.
Nú fyrrverandi skiparin á Sam, Sámal Petur í Grund, bar fram nøkur orð um teir framúr góðu eginleikar, ið Sam hevur sum flutningsskip, ið hevur verið til stórt gagn gjøgnum árini. Saman við Karmali Olsen, ið er sonur Alfred Olsen og eisini hevur verið skipari á Sam, greiddi Sámal Petur víðari frá, hvussu samferðslumynstrið í Føroyum broyttist nógv í 1970-árunum og hvussu tørvurin á ferðafólkaflutningi vaks munandi um Vestmannasund, eftir at Mærsk Air í 1977 byrjaði at flúgva við størri jetflogførum á Føroyaleiðini.
Leysliga er mett, at Sam hesi 50 árini hevur ført einar 3 milliónir ferðafólk millum oyggjarnar. Við núverandi summar- og vetrarferðaætlan á Kalsoyarleiðini siglir Sam áleið 2.400 túrar aftur og fram millum Klaksvík og Syðradal um árið. Tað svarar til áleið 12.500 fjórðingar ella góðar 23.000 km um árið.
Til hátíðarhaldið í gjár luttóku bæði núverandi og fyrrverandi manningar og starvsfólk á Sam, umframt aðrir gestir og starvsfólk hjá Strandferðsluni.
Verandi skipafloti hjá Strandferðsluni
| Skip/Bátur | Byggiár | Aldur, pr. 2025 |
| M/F Ritan | 1971 | 54 |
| M/F Sam | 1975 | 50 |
| M/F Ternan | 1980 | 45 |
| M/B Sildberin | 1994 | 31 |
| M/F Teistin | 2001 | 24 |
| M/F Smyril | 2005 | 20 |
| HSC Erla Kongsdóttir | 2020 | 5 |



