Samstarv ímillum SSL og Visit Faroe Islands.

06.11.2023

Ferðaskráir um almennu farleiðirnar í Føroyum.

Visit Faroe Islands og Strandferðslan hava seinastu tíðina arbeitt fyri at styrkja samstarvið millum ferðavinnuna og samferðsluna, ið Strandferðslan varar av. Sum partur av hesum hava partarnir í felag arbeitt við ítøkiligum tiltøkum, hvørs endamál er at vísa á møguleikan hjá ferðafólki at ferðast í Føroyum við almennari ferðslu, ið er ein meira burðardyggur háttur at ferðast uppá. Eitt av úrslitunum av hesum samstarvinum eru fýra ferðaskráir, ið greiða frá hvussu ferðafólk kunnu gera dagstúrar úr miðstaðarøkinum til Gásadals, Tjørnuvíkar, Kalsoynna, og Suðuroynna við at nýta almenna ferðslu, súkklu og ganga eftir almennu bygdagøtunum.

Hetta er eisini kjølfest í nýggju ferðavinnustrategiini ’Heim’ hjá Visit Faroe islands, ið varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í síðstu viku. M.a. byggir nýggja strategiin á nøkur av heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning, og verður tað staðfest í málið nr. 11 um burðardyggir býir og bygdir, at eitt av málunum er at ’styrkja um nýtsluna av almennum flutningi og burðardyggari ferðslu, við at gera tað lættari at brúka almenna samferðslukervið í Føroyum’. Her verður Strandferðslan ein sjálvsagdur samstarvsfelagi, av tí at vit umsita almennu samferðsluna í Føroyum.

Í nógvum av teimum væl vitjaðu støðunum í Føroyum, sum t.d. á Kalsoynni og í Tjørnuvík, er tað ein avbjóðing tá ov nógvir bilar koma til støðini, og samferðslan ikki er gjørd til slíka ferðslu. Samstundis hevur hetta eisini verið til stóran ampa fyri íbúgvararnar á hesum støðunum. Tí er tað sera gleðiligt og ynskiligt at ferðafólk nýta okkara farleiðir enn meira, og á henda hátt kunnu vit gera okkara til, at royna at tálma trýstinum frá bilaferðsluni á smáplássum í háárstíð.

Strandferðslan er eisini tilvitað um at arbeiða burðardygt og at taka neyðug atlit til útoyggjabúgvar, við at lurta eftir teirra ynskjum. Hóast vit ynskja at samstarva við ferðavinnuna eru vit eisini varug við, at vit hava eina lógarfesta flutningsskyldu at halda okkum til. Hetta er eisini hugsað inn í okkara bíleggingarskipan, við tað at vit hava tryggjað at tað altíð eru nøkur pláss tøk fyri teimum fastbúgvandi á útoyggjunum, soleiðis at ferðafólk og ferðaskrivstovur ikki leggja seg á øll plássini.

Tó gleðast vit um hetta samstarvið og vóna at hetta heldur áfram, við enn fleiri felags átøkum.

Áðurnevndu ferðaskráirnar eru komnar út á prent, og kunnu fáast hjá Visit Tórshavn, umframt at tær eisini eru tøkar á alnótini. Tú kanst síggja tær her: