Siglingin til Mykinesar heldur áfram til og við 18. oktobur.
Siglt verður teir dagar, tá ið tyrlan ikki flýgur, t.e. týsdagar, hósdagar og leygardagar eftir hesari ferðaætlan.
Í heystfrítíðini verður siglt hvønn dag í vikuni.
Bílegging fer enn sum áður fram á www.mykines.fo. Klárt verður at bíleggja út á seinnapartin 29. august.