Siglingarætlan fyri miðalstór skip hjá Strandferðsluni í 2026
22.01.2026

Strandferðslan hevur nú lagt endaliga ætlan fyri, hvussu miðalstóru strandfaraskipini fara at sigla á Kalsoyar-, Hest – og Nólsoyarleiðini í 2026.
Eftir ætlan skuldi Sam fara á beding í januar, men er hetta flutt til seinni í ár. Eisini Erla Kongsdóttir, Ternan og Teistin skulu til árligt eftirlit í vár og tí fara skipini leypandi at avloysa hvørt annað á viðkomandi leiðum. Strandferðslan hevur lagt seg eftir, at skipini avloysa hvørt annað soleiðis, at hetta ávirkar leiðina sum minst, tá ið hugsað verður um ferðafólkatal og pláss til akfør.
Erla Kongsdóttir fer eitt tíðarskeið í summar, at vera tøk til leigutúrar í sambandi við ferðavinnu og annað virksemi runt oyggjarnar. Strandferðslan fer at kunna nærri um hetta seinni.
Ritan og Sildberin skulu eisini til árligt eftirlit eftir heystfrítíðina, tó at endalig dagfesting enn ikki er ásett.
_________________________________________________________________________________________
Siglingarætlan 2026 - Miðalstór skip
Leið 56, 61 & 90
Frá | Til og við | Leið 56 - Kalsoy | Leið 61 - Hestur | Leið 90 - Nólsoy | Tiltaks-skip | Beding | Dagar á beding (Mett)* |
05.jan | 08.jan | Sam | Teistin | Ternan |
| Erla K | 4 (Avgreitt) |
09.jan | 22.feb | Sam | Erla K | Ternan | Teistin | - | - |
23.feb | 16.mar | Sam | Erla K | Teistin |
| Ternan | 21 |
17.mar | 21.mar | Sam | Ternan | Teistin |
| Erla K | 5 |
22.mar | 29.mar | Sam | Erla K | Teistin | Ternan | - | - |
30.mar | 24.apr | Sam | Erla K | Ternan |
| Teistin | 26 |
25.apr | 03.mai | Sam | Erla K | Ternan | Teistin | - | - |
04.mai | 22.mai | Ternan** | Erla K** | Teistin |
| Sam | 19 |
23.mai | 13.sep | Sam | Ternan | Teistin | Erla K | - | - |
13.sep | 31.des | Sam | Erla K | Teistin | Ternan | - | - |
* Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum
** Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum á leið 56/61 í nevnda tíðarskeiði.