Siglingin á leið 60, 61 og 90.
06.03.2017

Frá týsdegnum 7. mars kl. 15:50 røkir Ternan siglingina á Sandoyar- og Hestleiðini. Stór akfør, ið skulu við Ternuni skulu bíleggja sær pláss við at ringja á tlf. 293104, og somuleiðis skal tilkall út í Hest bíleggjast á sama nummarið.
Silja Star siglir av Havnini til Nólsoyar kl. 15:45 og aftur av Havnini kl. 16:20, síðani kemur Jósup á Nólsoyarleiðina og siglir fyrsta túr av Havnin kl. 18:00. Viðskiftafólk, ið skulu hava farm førdan til og/ella Nólsoyar, verða biðin um at seta seg í samband við farmastøðina í Havn.
Bygdaleiðir í Sandoynni og leið 101 koyra aftur smbr. regluligari ferðaætlan.