Switch to english
Tíðindi

Siglingin á Suðuroyarleiðini í dag og fríggjadagin 12. mai

11.05.2017

galaxy at night.jpg

Galaxy loysti av Krambatanga seinnapartin í dag, og verður væntandi á Havnini um 19 - tíðina í kvøld. Galaxy siglir vestanfyri oyggjarnar norðurgangandi og tí gerst ferðin drúgvari enn tá siglt verður vanligu kósina, ið er eystanfyri oyggjarnar.

Nú líkindini ikki eru tey bestu at sigla suður aftur í kvøld, er avgjørt at tillaga túrin suður eftir sjóvarfallinum, og sostatt verður siglt av Havnini fríggjamorgunin kl. 06:00, og eftir ætlan verður siglt av Krambatanga til Havnar kl. 10:00.

Møguleiki er hjá ferðafólki at gista umborð á Galaxy í nátt og verða ferðafólk biðin um at seta seg í samband við tænastuleiðaran umborð á tlf. +298 29 30 46, har tey kunnu bíleggja sær kamar og eisini fáa kunning um máltíðir umborð.

Kunning um siglingina um vikuskiftið verður løgd út á heimasíðuna so skjótt kunning er tøk.