Siglingin til Mykines byrjar 1. mai

29.04.2020

Siglingin til Mykines byrjar 1. mai, og ferðin kann bíleggjast á mykines.fo.

Nú trýstið frá útlendskum ferðafólki ikki væntast at vera tað stóra í ár, er avgerð tikin um at broyta prísin til tað hann var, nevniliga 60 kr hvønn vegin. Prísurin verður rættaður á heimasíðuni hjá Sp/f Mykines.