Switch to english
Tíðindi

Siglt og koyrt verður sambært “vanligari” ferðaætlan frá 9. mai við ymsum avmarkingum

05.05.2020

Myndir januar 2006 044.jpg

Leygardagin 9. mai fara allar Oyggjaleiðir at sigla sambært “vanligari” ferðaætlan. Leið 7 siglir tó ikki fyrsta túrin kl 07:00 úr Havnini, men byrjar at sigla av Krambatanga kl 09:30 henda dagin. "Vanligar" ferðaætlanir eru hesar: Leið 7, leið 56, leið 58, leið 60/61, leið 66 og leið 90. Ferðafólkatølini verða framvegis avmarkaði, og tilmæli um frástøðu skulu haldast. Vegleiðandi ferðafólkatøl eru:

Smyril: 350-420 ferðafólk

Teistin: 60-80 ferðafólk

Ternan: 80-95 ferðafólk

Sam: 45-60 ferðafólk

Ritan: 16-25 ferðafólk

Sildberin: 10-16 ferðafólk

Allar salongir og dekk til ferðafólk verða opin.

Bygdaleiðir í fullari ferðaætlan við skerdum plássum og fyribils tilmeldingarskipan
Frá leygardegnum 9. mai verða Bygdaleiðir eisini settar til “vanliga” ferðaætlan. Tó sleppa bara:
• 9 ferðandi við stóru bussunum
• 5 ferðandi við miðalstóru bussunum
• 3 ferðandi við lítlu bussunum
Sí meira fyri hvørja einstaka bygdaleið í í ferðaætlan fyri Bygdaleiðir.
Tilkalliskipanin verður skift út við eina tilmeldingarskipan, soleiðis at bara ferðandi, sum hava melda seg til eina leið dagin áðrenn klokkan 19:00, sleppa við bussunum dagin eftir.

Billettering
Tað ber framvegis bert til at gjalda við SSL korti á Bygdaleiðum. Meira kunning her. Minsta áfylling verður 250 kr frá 9. mai.

Heitt verður á ferðafólk um at rinda við SSL kortum umborð á ferjunum eisini.