Switch to english
Tíðindi

Skalt tú suður við Smyrli á jóansøku? Vinarliga les nærri her:

18.06.2026

Ferðafólk 2

Av tí at sera nógv fólk skulu um Suðuroyarfjørð hetta vikuskiftið, vilja vit heita á øll ferðandi um at lesa niðanfyristandandi kunning:

  • Til túrin fríggjadagin 19. juni kl. 13:00 av Havnini, lata bila- og ferðafólkaøkið upp tveir tímar undan fráferð. Smyril letur upp fyri ferðafólki 2 tímar undan fráferð.

  • Til túrin fríggjadagin 19. juni kl. 19:00, letur bilaøkið upp 2 tímar undan fráferð. Smyril letur upp fyri ferðafólki 1 tíma undan fráferð.

  • Til túrin leygarmorgun kl. 08:45 av Havnini, letur bilaøkið upp 2 tímar undan fráferð. Smyril letur upp fyri ferðafólki kl. 08:00.

  • Ferðandi, ið hava bílagt ferðaseðil frammanundan, hava framíhjárætt at sleppa við. Hevur tú ikki bílagt pláss, kunnu vit ikki tryggja tær pláss umborð.

  • Ferðandi, ið ynskja at sleppa við bussi úr Vági leygardagin 20. juni til túrin kl. 15:15 av Krambatanga, verða vinarliga biðin um at fylla niðanfyristandandi skjal út, í seinasta lagi fríggjakvøldið 19. juni kl. 18:00.

  • Ítróttarfeløg verða biðin um at deila QR-kodur til øll ferðandi, ið skulu ferðast á somu bílegging. Tað er ikki neyðugt at skanna øll inn í senn, men heldur ynskja vit at tit verða skannað ein og ein.

  • Vit heita á øll ferðandi um at vísa tolsemi og varsemi, við m.a. ikki at troka á ferðafólkaøkinum. Hevur tú tryggjað tær ferðaseðil og møtir til tíðina, er sannlíkt, at tú sleppur við.

TIl seinast vilja vit ynskja øllum eina góða jóansøku.

Bílegg pláss til buss