Frá 2. til fyribils 14. apríl verður farið til tilkalliskipan á leið 58 (Ritan), 61 (Spógvin) og 66 (Sildberin) og á ávístum Bygdaleiðum í kunning her. Ferðafólk skulu upplýsa navn og telefonnummar, og skulu seta seg á ávíst nummarrað umborð fyri at halda frástøðu, og hervið minka um smittuvandan í sambandi við Covid-19.
Tað verður – enn sum áður - rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.
Leið 58 hevur telefonnummar 293118, leið 61 293049 og leið 66 293117. Bíleggjast skal í seinasta lagi kl. 19 kvøldið fyri.
Ferðafólkatølini á leið 58 verða harafturat eisini lækkað úr 35 niður á 16, og á leið 61 og 66 halda ferðafólkatølini áfram at verða skerd niður í ávikavist 4 og 10. Fastbúgvandi hava framíhjárætt til plássini umborð, men skulu eins og onnur bíleggja pláss frammanundan.
Ferðafólkatøl á stórum bussum verða skerd niður í 9 fólk og á minni bussum niður í 3 fólk. Plássini eru serliga til fólk, ið røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur. Hetta eru starvsfólk í heilsuverkinum, á eldraøkinum, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu og annað.
Fyribils verða hesar broytingar í ferðaætlan á leið 58, 61 og 66 frá 2. apríl til 14. apríl:
|
66 Sandur- Skúvoy |
|||||||
|
Av |
Mán. |
Týs. |
Mik. |
Hós. |
Frí. |
Ley. |
Sun. |
|
Sandur |
06:15 |
06:15 |
06:15 |
06:15 |
06:15 |
|
|
|
Skúvoy |
06:50 |
06:50 |
06:50 |
06:50 |
06:50 |
|
|
|
Sandur |
|
|
|
|
|
08:30 |
08:30 |
|
Skúvoy |
|
|
|
|
|
09:00 |
09:00 |
|
Sandur |
16:40 |
16:40 |
16:40 |
16:40 |
16:40 |
16:40 |
16:40 |
|
Skúvoy |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
|
61 Gamlarætt - Hestur |
|||||||
|
Av |
Mán. |
Týs. |
Mik. |
Hós. |
Frí. |
Ley. |
Sun. |
|
Gamlarætt |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
|
Hestur |
09:05 |
09:05 |
09:05 |
09:05 |
09:05 |
09:05 |
09:05 |
|
Gamlarætt |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
17:10 |
|
Hestur |
17:25 |
17:25 |
17:25 |
17:25 |
17:25 |
17:25 |
17:25 |
|
58 Hvannasund – Svínoy - Fugloy |
|||||||
|
Av |
Mán. |
Týs. |
Mik. |
Hós. |
Frí. |
Ley. |
Sun. |
|
Hvannasund |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
08:45 |
13:00 |
|
Hvannasund |
14:45 |
14:45 |
14:45 |
14:45 |
14:45 |
14:45 |
18:30 |
Vegna trygdarumstøður á lendingini á Kirkju verður Hattarvíkar høvuðshavn í Fugloy næstu vikurnar.
