Smyril bleiv liggjandi á Krambatanga

01.06.2022

Mikudagin kl. 17.42 kom fráboðan frá skiparanum á Smyrli, at trupulleikar vóru við útstoytsrørinum frá høvuðsmotori 2, sum skapti nógvan royk í skorsteinsrúminum. Staðfest var seinni, at leki var á einum hydrauliktanga og at olja lak niður á bjálvingina í skorsteininum, so at tað logaði nakað. Motorurin varð tí sløktur restina av túrinum.

Talan var ongantíð um nakra vandastøðu og so skjótt sum Smyril var komin á Krambatanga, var farið undir at umvæla brekið. Smyril kundi tó ikki sigla restina av kvøldinum og vóru túrarnir kl. 18:45 av Krambatanga og 21:15 av Havnini avlýstir. 

 Nógv ferðafólk og akfør skuldu við Smyril bæði norð og suður. Millum ferðafólkini á Krambatanga, var heilt fitt av útlendskum ferðafólki, sum leitaðu sær innivíst runt í oynni. Onkur ferðandi skuldu við flogførum úr Føroyum í morgin tíðliga og við hjálp frá bátum úr Hvalba, sloppu hesi inn á Sand og viðari við bygdaleiðum og Teistanum.    

Fráferðin av Krambatanga í morgin, hósdagin, kl. 06:00 er flutt til kl. 05:00. Eftir ætlan siglir Smyril síðani eftir ferðaætlanini.