Switch to english
Tíðindi

Smyril eykatúr til steypafinaluna

01.07.2016

Í sambandi við dystin um Løgmanssteypið millum KÍ og Víking í Tórshavn hin 27. august ger Smyril eykatúr úr Klaksvík til dystin og norður aftur eftir dystin. Tað er Klaksvíkar Kommuna sum hevur fingið flutningin í lag saman við strandferðsluni. Eykatúrurin ávirkar ikki suðuroyarsiglingina annað enn, at onkrir túrar verða fluttir nakað.

Ferðaseðlarnir, sum eru nummereraðir og í avmarkaðari nøgd, verða seldir í forsølu á Norðoya Kunningarstovu frá uml. 18. juli. Ferðaseðlarnir eru galdandi báðar vegir.

Broytta ferðaætlanin sæst her