Smyril skiftir frá tungolju til gassolju
27.11.2015

Síðani Smyril kom til landið fyri tíggju árum síðani hevur brennievnið til høvuðsmotorarnar verið tungolja.
Tungoljan hevur ikki hóskað nóg væl til rakstrarmynstrið hjá Smyrli. Túrarnir eru nógvir og stuttir og uppstartir og afturlatingar nógvar. Hetta hevur slitið upp á útgerðina og kravt nógv viðlíkahald og eykalutir.
Tungoljan er sum asfalt at arbeiða við, antin hon er upphitað ella niðurkøld, og til komandi dokking av Smyrli í Danmark í februar 2017 hevði stór og umfatandi tangareinsing verið eitt krav.
Dálkandi útlátið í tungoljuni er munandi, og herðing av altjóða krøvum til svávultvíiltuútlát hava við sær, at í ár 2020 er seinasta freist hjá Smyrli at gevast við at brúka tungolju.
Londini rundan um okkum hava longu sett avmarkingar í verk um brúk av tungolju, og er tað heilt einfalt ikki longur loyvt at gera brúk av tungolju í teirra nærumhvørvi.
Hóast tungolja vanliga er bíligari enn gassolja, hava SSL mett og roknað seg fram til, at við verandi prísum umframt nevndu fyrimunum og vansum, er hetta lagaliga løtan at fremja skiftið.
Torført er at siga júst, hvussu stór sparingin er í viðlíkahaldi og eykalutum fyrsta árið, tí hetta árið verður eitt royndarár. Talan verður tó helst um minst hálva til heila millión krónur.
Undanfarin ár hava sveiggjandi oljuprísir tíðum órógvað fíggjarstýringina, og tí hevur ynskið um fastlæstar prísir ofta verið frammi. SSL hava tí keypt alla oljuna fyri 2016 til ein fastan prís, sum er væl lægri enn prísurin, ið keypt verður fyri í dag.
Við at keypa eina so stóra mongd av gassolju fyri ein fastan prís, fæst fyrimunurin av stórkeypi eisini at fevna um Teistan, Ternuna og smærri skipini.
“Eg fegnist stórliga um, at henda umlegging nú gerst veruleiki, og at SSL á hendan hátt gevir sítt íkast til tann almenna grønorkupolitikkin, har ið skipaferðslan helst er hin mest avbjóðandi”, sigur Hilmar Eliasen, stjóri.