So nógv fóru um nólsoyarfjørð við Ternuni á ovastevnu

15.08.2023

Farna vikuskiftið var flestu kunnugt ovastevna úti í Nólsoy. 

Sum heild gekk rættuliga væl at skipa samferðsluna til og úr Nólsoy, har serliga nógv ferðafólk vóru við Ternuni frá tíðliga leygardag fyrrapart, til Ternan aftur hevði ein stuttan steðg í siglingini sunnumorgunin. 

FRÍGGJADAGIN 11/8 - SUNNNUDAGIN 13/8

Tórshavn - Nólsoy3951
Nólsoy - Tórshavn3980
Íalt7931

Sambart hagtølum hjá Strandferðsluni vóru 7931 ferðaseðlar seldir teir 3 dagarnar, frá fríggjadegnum 11. august til og við sunnudagin 13. august.

Verður hugt at sertúrunum - Ovastevnutúrar - ið vóru settir inn frá leygarmorgun kl. 8:00 til sunnumorgun kl. 6:30, var ferðafólkatalið á hesum túrum tilsamans 6922. Hetta sama tíðarskeiðið sigldi Ternan í alt 21 dupulttúrar (42 einkulttúrar), í mun til vanliga at sigla 5 dupultúrar ávíkavist leygardag og sunnudag. 

OVASTEVNUTÚRAR (LEYGARDAG 08:00 - SUN. 06:30)

Tórshavn - Nólsoy3389
Nólsoy - Tórshavn3533
Íalt6922

Tølini eru einvegis ferðaseðlar, so umroknað til ferðaseðil aftur og fram pr. ferðafólk kann sigast, at umleið 3966 ferðafólk vóru við Ternuni fríggjadag til sunnudag, íroknað tey umleið 3461 ferðafólkini, ið kunnu umroknast til at hava siglt báðar vegir á serstøku Ovastevnutúrunum

Til samanberingar kann nevnast, at í juli 2023 vóru 11906 einvegis ferðandi á Nólsoyarleiðini, svarandi til í miðal 384 einvegis ferðandi um dagin, ella í miðal 32 einvegis ferðandi á teimum 368 túrunum í juli.