Statt ikki eftir á kaiini – bílegg pláss til bilin við Smyrli

02.07.2024

Fert tú við bili við Smyrli í summar, kanst tú áðrenn fráferð bíleggja pláss til bilin.
Eru ikki øll plássini seld, tryggjar bíleggingin tær, at bilurin sleppur við

Allir bilar sleppa við Smyrli, men allir sleppa ikki altíð í senn.

Smyril er góður og stórur, men viðhvørt kann tað henda, at fult er á dekkinum, og at bilar tí standa eftir, tá ið loyst verður. Hetta er yvirhøvur, tá ið talan er um høgtíðir, serlig tiltøk ella einstøk vikuskifti.

Við at bíleggja pláss fært tú at vita frammanundan, at tað verður pláss fyri tínum bili, tí at hevur tú bílagt og fingið eina váttan fyri bíleggingina, sleppur tú við.

Bílegging er einki krav, men við henni fært tú framíhjárætt at koma við. Kemur tú hinvegin við upp á kjans, fært tú kanska eitt av plássunum, ið leypa av, tá ið bilar við bílegging eru farnir umborð.

Stovna ein brúkara og spar 15% av ferðaseðlakostnaðinum.

Tað er ein snildur fyrimunur at stovna ein brúkara á bíleggingarskipanini. Tá er lættari keypa ferðaseðilin, tí skipanin minnist tínar upplýsingar. Og so eru eisini pengar at spara.

Bíleggur tú bilpláss við brúkara, kostar einvegis ferðaseðilin 96,00 kr. og uttan brúkara 112,50 kr. Kemur tú við upp á kjans og rindar ferðaseðilin umborð, kostar hann 127,50 kr.

Ein bílegging fevnir um bil og bilførara. Eru fleiri ferðandi við í bilinum, skulu tey keypa ferðaseðilin umborð sum higartil.

Plássbílegg á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Tú finnur bíleggingarskipanina á forsíðuni her á heimasíðuni. Beinleiðis leinkið er booking.ssl.fo/Booking/.
Bíleggur tú ofta, eigur tú at stovna ein brúkara, men tað er einki krav. Tað er tó dýrari at bíleggja uttan brúkara.

Kvittanin fyri bíleggingina virkar sum ferðaseðil og verður send á telefon ella sum teldupostur. Nummarplátan skal skrásetast við bílegging, og hon verður eisini skannað, tá ið tú kemur umborð.

Neyv vegleiðing um bíleggingarskipanina er á www.ssl.fo. Tú kanst eisini ringja til okkara á

telefon 34 30 30

ella skriva til

bookingsupport@ssl.fo

Í fyrstu syftu er talan um at royna bíleggingarskipanina frá 8. juli til 1. septembur. Eftir hetta verður eftirmett, so at møguligar tillagingar kunnu verða gjørdar.

Vælkomin umborð.