Stórur áhugi fyri nýggju Nólsoyarferjuni
10.09.2015
Freistin at koma við tilboðum til nýggju Nólsoyarferjuna var úti í dag kl 12, og tað vísti seg at verða stórur áhugi, tí heili 16 fyritøkur nær og fjar høvdu latið tilboð inn. Boðini vórðu latin upp á høvuðsskrivtovuni av Jóhan Petur Abramhansen, rakstrarleiðara, eftir døgurða, og í næstum fer fyritøkan at meta um innkomnu tilboðini, og síðani verður ein tilráðing send landsstýrismanninum. Her eru Hilmar Elisasen, stjóri, og Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari, í holtur við at lata tilboðini upp:
