Strandferðslan er ikki meldað

20.10.2025

Kringvarp Føroya førdi týskvøldið 7. oktober 2025 í Degi og Viku fram, at Sjóvinnustýrið hevur meldað Strandferðsluna í málinum um hekkuportrið á Galaxy. Tað er ikki rætt. Strandferðslan er ikki meldað í málinum.

 

Sambært upplýsingum frá Sjóvinnustýrinum kannar løgreglan í løtuni málið vegna Sjóvinnustýrið.

 

Við støði í upplýsingunum frá løgregluni fer Sjóvinnustýrið at gera eina løgfrøðiliga niðurstøðu um, hvørt brot er framt á viðkomandi reglur, sum løgreglan síðani kann velja at fylgja.

 

Strandferðslan samstarvar við løgregluna um málið.