Switch to english
Tíðindi

Strandferðslan hátíðarheldur 100 ára dag

26.04.2017

100 ára logo.png

Í mai 2017 eru liðin 100 ár, síðan landið yvirtók Smiril frá Mortensens-monnunum. Hetta var byrjanin til Strandferðsluna, sum vit kenna hana í dag. Dagin fer Strandferðslan at hátíðarhalda í Saltsiloini á Drelnesi fríggjadagin 19. mai 2017 frá kl. 12.30 til 17.30.

Á skránni verða framløgur, orðaskifti og framsýning um samferðsluna í Føroyum. Fyrri partur av tiltakinum er framløgur og kjak um støðuna á samferðsluøkinum og seinni partur, sum byrjar kl. 15.00, er framsýning, tónleikur og hugleiðingar. Tá bjóðar Strandferðslan eisini lagkøku.

Hesi fara at leggja fram og kjakast: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, Hans Pauli Strøm, Hagstova Føroya, Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands, og Olga Biskopstø, Útoyggjafelagið.

Hugleiðingunum í sambandi við framsýningina fara Jóannes Eidesgaard og Robert McBirnie at standa fyri.

Hátíðarhaldið hjá Strandferðsluni verður fyrsta stóra tiltakið í Saltsiloini, sum er um at vera liðugt umbygd til mentanarhús. Strandferðslan hevur í sambandi við 100 ára dagin latið gera eitt nýtt 100 ára merki, sum fer at verða brúkt í næstum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við Strandferðsluni í Saltsiloini fríggjadagin 19. mai. Dyrnar lata upp kl. 12.00. Smyril siglir í sambandi við tiltakið av Havnini kl. 09.30 og av Krambatanga aftur kl. 18.30.

Framløgur og orðaskifti

12:30: Vælkomin

12.35: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, um støðuna hjá stovninum og framtíðina, m.a. við atliti at øktum inntøkumøguleikum.

12:55: Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, um støðuna á samferðsluøkinum og væntaðar broytingar í ferðslumynstrinum

13:15: Hans Pauli Strøm, Hagstova Føroya, um broytta búsetingarmynstrið í Føroyum gjøgnum tíðirnar, m.a. við minkandi fólkatali á smáplássum

13:35: Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands, um vaksandi ferðavinnu í Føroyum og tørvin á góðum ferðasambandi og tænastum innanlands

13:55: Óluva Zachariassen, Hestur, um týdningin av at hava gott ferðasamband, og hvussu umstøðurnar eru at virka á útoyggj

14:15: Orðaskifti . Orðstýrari er Uni Arge

Móttøka og framsýning

15:15: Henrik Old, landsstýrismaður, letur framsýningina upp um samferðsluna í Føroyum

15:20: Hilmar Eliasen, stjóri, greiðir frá framsýningini

16:00: Jóannes Eidesgaard og Robert McBirnie hugleiða um ferðing fyrr og nú.

16.30: Ólavur Rasmussen um Verkætlan SALT

17.30: Liðugt

Tvøroyrar hornorkestur spælir á tiltakinum. Smyril siglir kl 09.30 av Havnini og kl 18.30 av Drelnesi aftur.

Strandfaraskip Landsins