Strandferðslan tekur nýggju upplýsingarnar um hekkuportið á Galaxy í álvara

07.10.2025

Upplýsingarnar, sum persónurin, ið tók myndina av hekkuportrinum á Galaxy og nú eisini ein persónur aftrat, nú koma við, verða tiknar í álvara, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Málið um hekkuportrið er áður blivið kannað av Sjóvinnustýrinum, sum gjørdi eina niðurstøðu og lat málið aftur. Tað hevur eisini verið frammi, at persónurin, ið tók myndina, hevur meldað málið til løgregluna.

 - Strandferðslan væntar at frætta, um hon skal luttaka í víðari viðgerð av málinum, sigur stjórin at enda og leggur aftrat, at tað harmar Strandferðsluna, at ein persónur, sum umvegis sítt starv hevur serliga atgongd til dekkið á Galaxy undir sigling, ikki sigur manningini og Strandferðsluni frá, at hekkuportrið stóð upp á glopp ella var opið, so at málið beinavegin hevði kunnað blivið kannað og møgulig prógv tryggjað.