Strandferðslan undirskrivað sáttmála við Klaksvíkar kommunu

29.03.2019

Strandfaraskip Landsins (SSL) og Klaksvíkar kommuna (KK) hava seinasta árið miðvíst arbeitt fram ímóti at skipa fyri eini enn betur busstænastu á Kalsoynni, ið er partur av Klaksvíkar kommunu.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, hava í dag undirskrivað eina slóðbrótandi avtalu, sum Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari í SSL og Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur í KK, hava arbeitt við seinasta árið.

Avtalan førir við sær, at tað verður møguligt hjá SSL at økja ferðaætlanartímarnar á bussleið 506 millum Trøllanes og Syðradal við 1.153 tímum árliga. SSL skipar í dag fyri at koyrt verður millum Trøllanes og Syðradal við 1.304 ferðaætlanartímum árliga.

Við sáttmálanum millum SSL og KK økir SSL árliga ferðaætlanartímatalið til 2.457. Við hesum fær Kalsoyggin eina bussleið, ið nøktar allar verandi atløgur og fráferðir hjá Sam í Syðradali, umframt at kalsoyingar og onnur ferðandi til oynna fáa eina væl betur tænastu, hvat túratali, trygd og grønum rakstri viðvíkur í framtíðini. Væntandi verður vanliga akfarsferðslan á Kalsoynni við hesum átakinum munandi skerd, umframt at ferðandi, sum ikki nýtast at taka bil við til oynna, fáa umleið tvífaldað túratalið við Bygdaleiðum á oynni.

Avtalan millum SSL og KK fær virkna frá 1. mai í ár.