STRANDFERÐSLAN VARPAR LJÓS Á EGNAR AVBJÓÐINGAR.
16.05.2018

MIKUDAGIN 23. MAI, KL. 15.00 Í SMÆRUNI, J.H.SCHRØTERS GØTA 7.
Stórur kjakfundur um Strandfaraskip Landsins og siglingina oyggjanna millum.
Tá ið ferðaskipini skulu umvælast og til eftirlit, vanta avloysaraskipini. Hesin trupulleikin sæst ferð eftir ferð. Øll skipini eru regluliga til eftirlit. Minst eitt avloysaraskip má til, so ferðaætlanin verður darvað minst møguligt. Tí meðan skipini gerast eldri, gerast ferðafólkini fleiri. Og seinastu árini hava útlendskt ferðafólk, og føroyingar við, ferðast munandi meir millum oyggjarnar. Nýggjar tíðir krevja nýggjar loysnir, so tænastustøðið gerst nøktandi.
VIÐ Á FUNDINUM VERÐA:
- Umboð fyri Strandferðsluna
- Umboð fyri Landsstýrið
- Stjórin fyri donsku oyggjaferjurnar
- Umboð fyri Knud E. Hansen, ið hevur gjørt eina støðulýsing av flotanum hjá Strandferðsluni
Vit vilja við hesum fegin bjóða tær við til kjakfundin.
Boðast kann frá luttøku hjá Eyðhild á eyj@ssl.fo.