Teistin á beding 23. mai

17.05.2018

Teistin fer á beding 23. mai – 13. juni, har stýriskipanin til framtøkuskipanina skal skiftast. Í tíðarskeiðinum Teistin er á  beding, verður Ternan flutt til at røkja Sandoyarleiðina burturav. Issehoved røkir Hest- og Nólsoyarleiðina í tíðarskeiðinum. Farmatúrar til Hestoynna týs- og hósdag fyrrapart røkir Ternan. Farmatúrar til Nólsoynna týs- og hósdag fyrrapart røkir Sam. Sí annars ferðaætlanina.

GEVIÐ GÆTUR, AT BÍLEGGINGARSKIPANIN Á SANDOYARLEIÐINA ER ÓVIRKIN, MEÐAN TERNAN RØKIR LEIÐINA.

Tá ið Teistin er klárur aftur, fara skipini aftur á tær leiðir, tey upprunaliga eru ætlaði til. Her má roknast við eini 3 vikurssloysn.

SSL er í tí støðu, at fleiri av okkara skipum í mun til krøv skulu á beding í 2018. Bedingstíðin fyri onkur av skipunum kann taka upp til 3 vikur, tí tað eru serligar og kravdar ábøtur, ið skulu gerast.

Við bedingstíðunum í geyma verður tó gjørt vart við broytingar og umskipanir á ymsum farleiðum, sum væntandi koma at darva tænastustøðinum nakað. Serliga sæð í ljósinum av, at 125.000 fleiri ferðandi hava brúkt oyggjaleiðir í tíðarskeiðinum frá 2014 til 2017, og sum heild hava oyggjaleiðirnar fyri fyrstu 4 lágárstíð mánaðirnar í 2018 samanborið við 2017 havt umleið 11.000 fleiri ferðandi. Hetta er avbjóðing, vit mugu hava í huga, tá ið samferðslumál eru á skránni.