Teistin aftur á leið 60/61 og Ternan á leið 90

20.06.2021

Hósdagin 24. juni byrjar Teistin aftur í sigling á leið 60 og 61 og fer at sigla smbr. galdandi ferðaætlan.

Hasfjord siglur eftir galdandi ferðaætlan fyri leið 85 til og við fríggjadagin 25. juni. Síðani verður siglt smbr. upprunaferðaætlan og byrjar siglingin tá týsdagin 29. juni. Sí ferðaætlan undir leið 85.

Í løtuni verður bíleggingarskipanin dagførd, so til ber at bíleggja pláss við Teistanum. Væntandi kemur bíleggingarskipanin í rættlag í dag.

Bíleggingarskipanin fyri Teistan og Hasfjord verður soleiðis skipað, at gjaldast skal fyri ferðina úr Skopun, og ikki sum nú, meðan Ternan hevur verið í sigling, av Gomlurætt.

Eru spurningar ella ivamál viðv. ferðaætlan ella bíleggingarskipanini eru vit klár at hjálpa á tlf. 343030 allar gerandisdagar frá kl. 08:00 til kl. 16:00.

Ternan byrjar í sigling aftur á leið 90 hósmorgunin 24. juni.