Teistin aftur í sigling 8. juni

07.06.2018

Teistin røkir aftur siglingina á Sandoyarleiðini frá fríggjadegnum 8. juni klokkan 06.45. Teistin røkir leiðina við øktum túratali til og við leigubáturin Issehoved fer av Hestleiðini aftur tann 20. juni.

Bíleggingarskipanin er virkin aftur frá 8. juni. Farmatúrarnir klokkan 8.45 eru ikki knýttir at bíleggingarskipanini.

Ternan røkir í tíðarskeiðinum frá 8. til og við 12. juni Kalsoyarleiðina. Ternan kemur sum ætlað aftur á Nólsoyarleiðina mikudagin 13. juni.

Í tíðarskeiðinum Ternan siglur á Kalsoyarleiðini, siglur Sam farmatúrar til útoyggjar.