Switch to english
Tíðindi

Teistin aftur í sigling í morgin

13.05.2016

Teistin í fjørðinum

Leygarmorgunin 14. mai verður Teistin aftur í sigling á Skopunarleiðini.

Hetta merkir so eisini at øll strandfaraskipini verða aftur á sínum egnu leiðum frá í morgin og sigla eftir vanligu ferðaætlanunum. Mint verður tó á frávikini um hvítusunnuna. Fleiri dokkingar verða ikki fyrr enn í septembur mánaði, og tá verður tað Ternan, sum fer á beding.

Strandfaraskip Landsins ynskir viðskiftafólki eina góða hvítusunnu.