Teistin fer á beding 1. mai

19.04.2023

1. mai fer Teistin á beding hjá Mest í Tórshavn.

Eftir ætlan skuldi skipið til árligt eftirlit í dag, mikudagin 19. apríl og umleið 3 vikur fram. Ternan og Hasfjord skuldu røkja Sandoyaleiðina, men orsaka av umfatandi maskinskaða umborð á Hasfjord, valdi Strandferðslan at útseta hesa ætlan til 1. mai. Fólk úr Skotlandi eru á veg til Føroyar at umvæla brekið, og væntandi verður Hasfjord tøkur aftur til Teistin fer á beding.

Tá fer Erla Kongsdóttir at røkja Nólsoyarleiðina meðan Sam eisini ger farmatúrar á leiðini. Eftir ætlan skuldi Ternan til ársligt eftirlit, so skjótt sum Teistin kom av beding aftur. Hetta er nú flutt til seinni í ár - helst seinast í august.

Kunning viðv. bíleggingarskipan og ferðaætlan frá 1. mai, verður løgd út í viku 17.

Onkur hevur kanska hug at spyrja, hví skipini hjá Strandferðsluni ikki verða tikin úr sigling til árligt eftirlit um veturin, tá ið tørvurin á feðrafólkasigling er minstur. Høvuðsorsøkin til hetta er, at partar av umvælinginar- og viðlíkahaldsarbeiðinum er uttanborðs og uttandura, ið krevur hóskandi veður, tí eingin innlokað beding er í Føroyum. Ein onnur orsøk er, at skipini ið skulu avloysa hvønn annan, hava avmarkingar í ferðafóka- og siglingarloyvunum um veturin, ið ger tað so at siga ógjørligt at gera hesar dokkinar um veturin við verandi skipaflota, uttan so at tænastan verður munandi skerd.