Teistin ger eyka túrar til Suðuroyar í samband við jóansøkuna

20.06.2025

Teistin ger eyka túrar á Suðuroyarleiðini í dag, fríggjadagin 20. juni.

Teistin fer av Havnini kl. 16:30, og av Krambatanga kl. 20:00. 

Ferðafólk, ið ætla sær við Teistanum, kunnu møta upp og keypa ferðaseðil á staðnum. Tað ber ikki til at bíleggja sær pláss umvegis bíleggingarskipanina, og tað ber ikki til at keypa mat og drekka umborð.

Vinarliga setið tykkum í samband við farmastøðirnar viðv. farmaflutningi.